Uttanlands

- Vit fara úr ES 31. oktober

Bretski uttanríkismálaráðharrin er sannførdur um, at stjórnin hevur nóg mikið av atkvøðum til at fáa avtaluna hjá Boris Johnson samtykta, og at bretar fara úr ES 31. oktober

Dominic Raab (Mynd: EPA)

Dominic Raab (Mynd: EPA)

2019-10-20 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski uttanríkismálaráðharrin, Dominic Raab sigur, at bretska stjórnin hevur nóg mikið av atkvøðum til at fáa skilnaðaravtaluna hjá Boris Johnson samtykta í undirhúsinum.

Eisini sigur hann, at hann er sannførdur um, at Bretland fer úr ES 31. oktober, og at ein stórur partur av bretska fólkinum er ímóti at útseta freistina enn einaferð.

Í gjár gjørdi stjórnin av at útseta atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna, sum Boris Johnson hevur fingið í lag við ES.

Orsøkin var, at undirhúsið í gjár samtykti eitt broytingaruppskot, sum snýr seg um, at allar viðkomandi lóggávur skulu fáast uppá pláss, áðrenn atkvøðast kann um skilnaðaravtaluna.

Les eisini: Boris Johnson biðjur ES um at útseta brexit

Tað var fyrrverandi konservativi tinglimurin, Oliver Letwin, sum hevði lagt uppskotið fram. Sambært Politiken sigur hann, at hann tekur undir við avtaluni hjá Boris Johnson, men hann legði broytingaruppskotið fram fyri at tryggja, at allar viðkomandi lóggávur koma uppá pláss, áðrenn Bretland fer úr ES.

Oliver Letwin var ein teirra, sum vórðu blakað úr konservativa flokkinum í september fyri at hava atkvøtt ímóti stjórnini.

Í gjár segði Boris Johnson, at allar viðkomandi lóggávur verða lagdar fram í komandi viku, og væntandi verður atkvøðugreiðsla um avtaluna eisini tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder