Uttanlands

- Vit hava eina sera sterka siðvenju fyri talu- og skrivifrælsi og satirutekningum í Danmark

Hetta sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, um støðuna við nýggju tekningini hjá Jyllands-Posten av kinesiska flagginum. Sum heild bakka danskir politikkarar fult upp um blaðið og tekningina, tó at fleiri siga, at teir ikki vilja blanda seg uppí

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-28 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var ein tekning hjá Niels Bo Bojesen prentað í Jyllands-Posten, sum vísir kinesiska flaggið har tær fimm gulu stjørnurnar eru skiftar út við teknið av corona-virusinum, ið herjar ymsastaðni í heiminum. 

Virusið byrjaði í Kina, og tekningin er ikki fallin í góða jørð millum kinverjar, og kinesiska sendistovan í Keypmannahavn hevur í morgun sagt, at Bojesen og Jyllands-Posten skylda eina umbering. Í skrivi verður víst á, at tekningin er ein háðan, nú stríðst verður av øllum alvi ímóti álvarsama virusinum:

- Uttan samhuga og innliving hava tey traðkað yvir minstamarkið fyri eitt siðmentað samfelag og etiska markið fyri framsøgufrælsið, og tað er háðan móti fólki

Les meira her

Jyllands-Posten noktar at biðja um umbering. Jacob Nybroe, ábyrgdarblaðstjóri, sigur, at eingin illvilji er í tekningini, ið bert er ein staðfesting av støðuni. 

Allarflestu politikkarar sum hava úttalað seg um støðuna eru samdir:

- Vit hava talufrælsi í Danmark. Tað merkir, at ein kann siga, skriva og tekna tað sum ein vil. Hetta kunnu summi verða stoytt av, men soleiðis er tað nú einaferð at búgva í einum fólkaræði
(Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Venstre)

- Jyllands-Posten koyrir eitt privat virksemi. Tey kunnu gera, sum tey vilja og harvið koma við teimum tekningunum, sum tey vilja. Tað skal eg sum ein politikkari ikki blanda meg í, og tað skal eitt fremmand statssveldi heldur ikkii gera
(Søren Pape, formaður í Det Konservative Folkeparti)

Uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, undirstirkar eisini, at Danmark hevur talu- og skrivifrælsi, og at tað ikki liggur á honum ella á stjórnini at viðmerkja tekningina. Martin Lidegaard úr Radikale Venstre, ið hevur verið uttanríkisráðharri, og sum nú er uttanríkisorðførari hjá flokkinum, sigur at staturin skal ikki blanda seg í, hvat eitt blað ger, og at hann virðir avgerðina hjá Jyllands-Posten.

Á Twitter skrivar Ulle Elbæk, formaður í Alternativets, at blaðið ikki skal víkja ein millimetur orsaka av trýstinum frá Kina, og á sosiala miðlinum skrivar fyrrverandi forkvinnan í Dansk Folkeparti og fyri Fólkatinginum soleiðis: 

- Steðga nú Kina. Danmark og eitt danskt blað skulu ikki leggja seg undir veldinum hjá Kina. 

Mette Frederiksen hevur eisini úttalað seg fyrraparin. Forsætisráðharri sigur soleiðis við júst Jyllands-Posten: 

- Eg havi ikki annað at siga til tað, enn at vit hava eina sera, sera sterka siðvenju í Danmark; ikki bara fyri talufrælsi, men eisini fyri satirutekningum, og tað koma vit eisini at hava í framtíðini. Tað er ikki ókent, at tað er so í Danmark, og tað fara vit ikki at broyta.

Metta Frederiksen sigur tó, at hon ikki vil fara inn í eitt kjak um Jyllands-Posten burdi veitt Kina eina umbering.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder