Atgerðarfólk frá umhvørvisfelagsskapum hava einki at gera innan fyri lýst grindaøki. Kortini vóru tey at síggja í Syðrugøtu tá grind varð hildin til í morgun og síðani í Norðragøtu, har hvalirnir eru tiknir upp á land.
- Hetta er so teirra máti at gera vart við seg. Vit hava einki at krógva, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður, um at umhvørvisfelagsskapurin Captain Paul Watson Foundation UK hevur verið á økinum og gjørt upptøkur.
Les eisini: Spik slaktari við sóknarongli og í grímu
Upptøkurnar vóru við einum sum tey rópa "Blubber Butcher", ella "Spik slaktari", sum gongur við blóðugum fyriklæði og eisini við sóknarongli.
- Eg haldi ikki hann órógvaði grindadrápið uppá nakran máta, men hann hevur einki at gera har, og skal halda seg uttanfyri økið, sigur Jacob Vestergaard.
Við in.fo sigur løgreglan seinnapartin, at onkur á bryggjuni í Norðragøtu bleiv provokeraður av atburðinum hjá umhvørvisfólkunum. Tað gjørdist heitt millum teir báðar, men løgreglan kom í millum og fekk sissað partarnar.
Les eisini: Eitt skinn í part - seðlarnir koma út klokkan 16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald