
Í ES er nú eitt land, ið er at rokna sum "atomveldi". Eftir at Bretlandi er farið úr samveldinum, er bert Frakland eftir.
Nú er greitt, at Frakland fer at uppraðfesta á kjarnorkuøkinum, við millum annað at gera vápnini betri. Hetta hevur Emmanuel Macron forseti váttað í einari røðu.
USA, Iran og onnur lond hava eina rúgvu av kjarnorkuvápnum, og stríðið harðnar. Macron skýrir tað at vera eina vápnakapprenning, ið evropearar ikki bert kunnu vera áskoðarar til.
Tað merkir tó ikki, at Frakland fer at uppstiga í mongd. Macron sló fast, at landið hevur minkað nakað um sína goymslu, og krevur at onnur kjarnorkulond gera tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald