Innanlands

- Vit skulu hava fult innlit í trygdarpolitikkin

Trygdin og verjan av Føroyum hevur størri týdning nú enn fyrr. Framsókn vil á fólkating fyri millum annað at fáa kunning um hvat hendir – løgtingið fær onki at vita

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2022-10-12 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Verju- og trygdarpolitiska støðan gjørdist høvuðsevni, tá Framsókn í dag hevði tíðindafund, har flokkurin greiddi frá sínum ætlanum í Fólkatinginum, og kunngjørdi tey fimm valevnini, sum stilla upp fyri lista F til fólkatingsvalið 31. oktober.

Framsókn hevur, eins og Fólkaflokkurin, hesaferð valt at stilla upp við sínum royndastu politikarunum.

Tinglimirnir Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang, tann seinna er eisini floksforkvinna og limur í Tórshavnar býráð, eru við á listanum, umframt Súsanna Olsen, varalimur í Tórshavnar býráð, Karlot Hergeirsson, varalimur til løgtingið og Hanna Jensen, fyrrverandi ráðkvinna og tinglimur, býráðlimur í Eysturkommunu og varalimur til løgtingið.

Men mótsatt Fólkaflokkinum, er væl og virðiliga javnstøða millum kynini á listanum – tríggjar kvinnur og tveri menn.

- Vit fáa onki at vita

Valskráin, sum Framsókn legði fram í dag, er undir yvirskriftini “Føroyar sjálvar heldur enn hálvar”.

Eitt av málunum, sum Framsókn vil á fólkatingi, er at krevja fult innlit í danskan trygdarpolitikk, tá talan er um Føroyar og Arktis, og eisini at tryggja, at yvirtikin málsøki ikki kunnu takast aftur við grundgevingini, at talan er um verju- og/ella trygdarmál.

Framsókn ásannar, at trygdar- og verjupolitikkur ongantíð í nýggjari tíð hevur verið so nærverandi sum nú, har kríggj herjar í Evropa, og tiltøk, ið minna um yvirgang og sabotasju, henda nærhendis okkum.

Tað, ið nívir flokkin er, at Føroya løgting onki fær at vita – og Føroya fólk heldur ikki.

- Hví skulu vit uppliva at vakna um morgunin og síggja kjarnorkukavbátar á Nólsoyarfirði? Hví skulu fólk skelkast av, at hernaðarflogfør flúgva tætt inn eftir Skálafjørðinum, sum um nýtt kríggj var brostið á? Vit mugu krevja, at vit verða kunnað um tey hernaðarligu tiltøkini, sum ganga fyri seg um okkara leiðir, segði Ruth Vang millum annað í síni framløgu.

Og eftir framløguna, gjørdist júst hetta evnið tað, ið tosað varð um ámeira óformellu samveruna kring borðið í framsóknarhølinum á Gamla apoteki.

- Vit vita heldur ikki, um Danmark megnar at verja okkum, ella um tað er Nato, sum kemur. Vit hoyra søgur í donskum miðlum, at ivasamt er um danska verjan megnar at verja tey strategiskt týdningarmiklu málini í Danmark, so sum havnir og gassleiðingar. Men onki verður sagt um hvussu man ætlar at verja restina av ríkisfelagsskapinum.

Altjóða limaskap

Framsókn heldur sum útgangsstøði, at fólkatingssessirnir áttu at verið avtiknir, men ætlar at brúka møguleikan, fyrst og fremst um at kunna og skaffa kunning.

- Vit vilja kunna um føroysk sjónarmið, út frá tí grundsjónarmiði, at vit ynskja at vera ein sjálvbjargin og sjálvstøðug tjóð, ljóðar ein av arbeiðssetninginum, sum flokkurin hevur sett sær fyri, fær flokkurin umboðan á Fólkatingi.

Framsókn hevur eisini ætlanir at brúka fólkatingssessin til at gera vart við forðingarnar, sum í løtuni ikki loyva okkum at gerast fullgildugir limir í altjóða felagsskapum, til dømis Norðurlandaráðið, Arktiska ráðið, IOC (altjóða olympiska nevndin, WTO og IMO.

Skal fulla tíð á fólkating

Flokkurin sigur eisini, at um Framsókn fær umboð á tingi, so verður tað av einum persóni, ið hundrað prosent arbeiðir við hesi uppgávuni.

Kortini stillar eitt nú Ruth Vang, ið er floksvorkvinna umframt limur á tingi og býráði, eisini upp til fólkatingið.

- Verði eg vald, so skipa vit so fyri, at sessurin verður røktur hundrað prosent. Vit skulu eisini taka atlit til, at vit hava eitt løgtingsval fyri framman, sigur Ruth Vang. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder