Fyri 2019 metir Búskaparráðið saman við Hagstovuni vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 6,6%. Harumframt hevur Búskaparráðið endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri 2018. Metingin av búskapargongdini byggir á tær fortreytir, at tøkan í alivinnuni væntast at vaksa í 2019 í mun til 2018, meðan laksaprísurin væntast at vera støðugur. Makrel- og svartkjaftaprísirnir væntast at hækka nakað, meðan sildaprísurin væntast at falla. Ein væntað øking í innlendska eftirspurninginum, serliga í privatu nýtsluni, dregur vøksturin upp, umframt ein øktur útflutningur.
Fyri at sleppa undan at tátta í í niðurgongd og við atliti til fíggjarpolitisku haldførisavbjóðingini í longdini, áttu yvirskot landskassans at verið størri undir verandi hákonjunkturi. Ófíggjaðir skattalættar ella onnur stimbran av búskapinum eigur ikki at verða framd í núverandi konjunkturstøðu, tí hetta elvur til prísvøkstur og versnan av úrsliti hins almenna.
Demografiska gongdin er samfelagstátturin, ið mest eyðsýnt kemur at ávirka fíggjarpolitiska haldførið í langa siktinum. Trupulleikarnir stava frá eldingini av búfjøldini. Okkara framrokningar vísa, at vit standa yvir fyri tørvinum á eini tvífalding av kapasitetinum í eldrarøktini og heilsuverkinum. Búskaparráðið er av teirri fatan, at politiska skipanin hevur givið hesum trupulleika ov lítlan ans.
Skeiklandi skipanir forða vinnuligari tillaging til produktivitetsvøkstur
Dømi um hetta eru serskattaskipanir, sum sjófólk og uttanlandsarbeiðarar virka undir. At fult gjald ikki verður kravt fyri nýtsluna av náttúrurættindum skeiklar somuleiðis hesi tillaging. Umframt tað, skeiklar avgjaldið á fisk, sum verður avreiddur uttanlands, tillagingarnar til produktivitetsvøksturin. Avgjaldið virkar sum vinnuligur stuðul til fiskavirking á landi. Samlað sæð metir Búskaparráðið, at reglurnar rundan um fiskivinnuna eru ov stirvnar og skeiklandi við óskynsamum avmarkingum. Avtøka av hesum serskipanum hevði frígivið arbeiðsmegi, sum tørvur er á bæði nú við troti á arbeiðsmegi, og í langa siktinum har brúk er fyri produktivitetsvøkstri fyri at megna komandi avbjóðingarnar við broyttu fólkasamansetingini.
Búskapargongdin hevur avgerandi týdning fyri til- og fráflyting millum Føroyar og útlond. Tí hevur tað alstóran týdning at slóða fyri produktivitetsvøkstri, sum gevur hægri livistøði. Hetta stuðlar upp undir nettotilflyting, har ung fólk í størri mun velja Føroyar til, sum í sjálvum sær bøtur um fíggjarpolitiska haldførið.
Búskaparráðsfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins.
- Búskaparráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald