Innanlands

- Vit taka fegin við uppgávuni

Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag halda, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina og heita í hesum sambandi á myndugleikarnar at taka seg uppá ráð og við í fyrireikandi arbeiðið

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelagi, sum í dag hevur gjørt sína støðu greiða saman við Føroya Lærarafelagi (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelagi, sum í dag hevur gjørt sína støðu greiða saman við Føroya Lærarafelagi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-10 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í felags áheitan í dag gera Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag greitt, at tey halda, at tað er rætt, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina.

Í hesum sambandi kemur áheitan frá feløgunum um, at tey verða tikin uppá ráð, tí námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar taka sær dagliga av børnum og ungum

- Tí eru vit ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum at fyrireika, hvussu vit taka ímóti flóttafólkunum á dagstovnum og í skúlunum. Vit taka fegin við hesi uppgávu.


Hetta er fulla skrivið: 

Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag halda, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina.

Námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar taka sær dagliga av børnum og ungum, tí eru vit ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum at fyrireika, hvussu vit taka ímóti flóttafólkunum á dagstovnum og í skúlunum. Vit taka fegin við hesi uppgávu.

Okkara áheitan er tí, at vit verða tikin við uppá ráð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder