Ukraina fer at tapa kríggið móti Russlandi, um Kongressin í USA ikki samtykkir ein nýggjan hjálparpakka.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj um vikuskiftið.
Ein hjálparpakki, sum m.a. innihelt hernaðarstuðul fyri 60 milliardir dollarar (uml. 412 milliardir krónur) til Ukraina, varð góðkendur av Senatinum fyri tveimum mánaðum síðani men væntar enn góðkenning frá Umboðsmannatinginum, skrivar Ritzau.
– Tað er neyðugt at siga Kongressini, at um Kongressin ikki hjálpir Ukraina, tapir Ukraina kríggið, sigur hann.
Ukrainski forsetin hevur tó áður sagt, at hann væntar, at hjálparpakkin verður endaliga samtyktur.
Sambært Zelenskyj hevur heimurin verjuskipanir, sum kunnu hjálpa Ukraina, og hava ukrainar tørv á at síggja politiskan vilja til at hjálpa teimum.
– Tað er eyðsæð, at tær verjuskipanir, sum vit hava í Ukraina, ikki eru nóg góðar, og tað eru allir okkara samstarvsfelagar greiðir yvir, segði ukrainski forsetin, sum m.a. vísti á, at býurin Kharkiv hevur tørv á meira loftverju.
Kharkiv, sum er næststørsti býur í Ukraina, og sum er 30 kilometrar frá russiska markinum, hevur javnan verið álopin, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald