Innanlands

- Vit verða sitandi alt valskeiðið

Hóast vánaligar veljarakanningar, er løgmaður við gott mót. Hann ætlar at vera sitandi til í 2026

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-12-08 07:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongan hevur fingið ein syngjandi lúsing í teimum báðum veljarakanningum, sum eru gjørdar seinasta mánaðin, men hóast tað, er løgmaður við gott mót.

Hann fekk á forfólkaumfarinum í Degi og viku í gjár spurningin, hvussu leingi hendan samgongan fór at halda.

- Til 8. desember 2026, og kanska aftaná tað, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

- Eg trúgvi uppá at samgongan fer at sita valskeiðið út. Tað koma onkuntíð politisk mál inn frá síðulinjuni, so man veit ikki hvat hendir, Men eg havi gott mót at tað fer at ganga samgonguni og føroyum væl næstu árini, segði løgmaður.

Og hesum tóku hinir samgonguleiðararnir, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, undir við.

Samgongan fekk bara 37,6 prosent av atkvøðunum í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týsdagin. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu sambært veljarakanningini sjálvir skipa samgongu við hvør sínum níggju tingsessum.

Les eisini: Javnaðarflokkurin fær ein lúsing frá veljarunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder