Uttanlands

- Vónandi er hetta seinasta herdubbing í krígnum

- Putin má koma til samráðingarborðið, men ivasamt er um hann er førur fyri at góðtaka ein ósigur, heldur finski forsetin

Sauli Niinistö og Jonas Gahr Støre á tíðindafundi í Oslo í gjár (Mynd: EPA)

Sauli Niinistö og Jonas Gahr Støre á tíðindafundi í Oslo í gjár (Mynd: EPA)

2022-10-11 10:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kríggið í Ukraina er farið inn í eitt nýtt skeið. Tað heldur finski forsetin, Sauli Niinistö. Í gjár var hann á vitjan í norska høvuðsstaðnum, har hann hitti Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, og eftir fundin var tað nýggjastu hendingarnar í krígnum í Ukraina, sum vóru høvuðsevnið á tíðindafundinum.

- Eg vóni, at hetta er seinasta økingin - dubbingin - av krígnum, og at vit innan ov leingi kunnu fáa frið og kunnu bjarga Ukraina, segði Niinistö, sambært finska kringvarpinum.

Bæði Niinistö og Støre eru samdir um, at ukrainar hava rætt til at verja sítt land, og at tað er Ukraina, ið má kenna seg trygt áðrenn friðarsamráðingar kunnu byrja.

- Allar ósemjur í søguni, sjálvt tær ógvusligastu, enda við samráðingarborðið. Boðskapurin til Russland má vera, at álopini mugu fáa ein enda, segði Jonas Gahr Støre.

Finski forsetin skoytti uppí, at spurningurin er um russiski forsetin, Vladimir Putin, vil góðtaka ein ósigur.

- Eg vænti ikki, at Putin forseti er førur fyri at góðtaka ein ósigur, segði Niinistö.

Finski forsetin hevur heldur ikki varhugan av, at vestanlondini eru sinnað til at finna “ein veg út” fyri Putin. Tí úrslitið skal vera, at Ukraina verður frælst, segði hann.

Um seinastu hendingarnar í Eystrasalti, segði Niinistö, at hetta vísir bara hvørjar óvæntaðar hendingar, slíkar kreppur kunnu hava við sær.

- Spreingingarnar minna okkum á, at at neyðugt er at vera fyrireikað upp á allar møguligar og ómøguligar avleiðingar av kreppuni, segði finski forsetin, sum leggur dent á, at neyðugt er at kanna gjølla, hvat ið er hent í sambandi við oyðileggingarnar av Nord Stream 1 og 2.

Sauli Niinistö hevur verið á tveir daga vitjan í Oslo. Í morgin skal Føroya løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hitta norska forsætisráðharran í Oslo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder