Uttanlands

– Vóni at Svøríki kann sleppa uppí Nato í summar

Nú fundirnir við Turkaland verða tiknir uppaftur, er svenski forsætisráðharrin bjartskygdur, og er vónin, at Svøríki gerst limur í Nato í sambandi við toppfundin í juli

Ulf Kristersson, svenskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Ulf Kristersson, svenskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2023-03-08 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin fara umboð úr Svøríki, Finnlandi og Turkalandi at hittast í Brússel at umrøða Nato-limaskapin hjá teimum báðum norðurlondunum. Nú fundirnir millum londini verða tiknir uppaftur, hava tey í Svøríki góðar vónir um at sleppa upp í verjusamgonguna.

Tað segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson á felags tíðindafundi við Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara í Stockholm í gjár.

– Eg vóni, at tað merkir, at Svøríki kann sleppa uppí Nato í sambandi við Nato-toppfundin í Vilnius, segði hann.

Nato-toppfundurin í litavska høvuðsstaðnum verður fyrst í juli.

Tey einastu Nato-londini, sum ikki hava samtykt at loyva Svøríki og Finnland upp í Nato eru Ungarn og Turkaland. Turkaland hevur val 14. mai, men Turkaland fær helst tíð at savna tjóðartingið saman at viðgera málið áðrenn toppfundin, skrivar Ritzau.

Stoltenberg sigur, at Svøríki verður limur í Nato, men at tað bert er ein spurningur um nær. Sambært honum hevur tað at fáa tey bæði norðurlondini við hægstu raðfesting.

Turkaland er einasta landið, sum hevur sagt seg vera beinleiðis ímóti, at Svøríki gerst limur í Nato. Grundgevingin hevur m.a. verið, at Svøríki hevur stuðlað kurdiskum yvirgangsfelagsskapum.

Kristersson sigur tó, at Svøríki hevur sett harðari tiltøk í verk móti PKK-limum, sum savna inn pening til yvirgang, og fer Svøríki eisini at samtykkja eina lóg, sum ger tað ólógligt at vera limur í yvirgangsfelagsskapum. Hon kemur í gildi 1. juni.

Svenski forsætisráðharrin sigur, at har er ein orsøk til, at onnur lond longu hava fingið hesa lóggávuna uppá pláss, og ásannar hann, at Svøríki ikki hevur tikið hetta í nóg stórum álvara, men tað fer landið at gera nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder