Innanlands

1-1-2 dagur í høvuðsstaðnum mikudagin

26. mai verður tann árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum og forskúlabørnunum í Tórshavnar Kommunu – Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-23 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 26. mai klokkan 10 verður tann árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum og forskúlabørnunum í Tórshavnar Kommunu.

Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali, og eru tað Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2. Tiltakið er liður í fyribyrgjandi arbeiðinum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av, skrivar Tórshavnar kommuna.

300 børn og vaksin verða við til 1-1-2 dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder