Innanlands

1 ár og 7 mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla hassj

Talan er um størstu nøgd, sum føroyska løgreglan hevur tikið í eini atsókn tey seinastu nógvu árini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-10 09:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein 43 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur 1 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað umleið 15 kilo av hassji til Føroya við tí í hyggju at selja víðari. Maðurin, sum er danskari, játtaði seg sekan.

Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober í ár. Í bilinum, sum maðurin hevði við, fann politiið omanfyri 15 kilo av hassji. Hassjið var goymt í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum. Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, m.a. soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum.

Ákæruvaldið kravdi, at bilurin, sum var nýttur til smuglingina, bleiv inndrigin. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Nøgdin av hassji, sum maðurin hevði við til Føroya, er tann størsta, sum politiið hevur tikið í einari atsókn tey seinastu nógvu árini, og hevur eitt søluvirði á gøtuni millum 3,7  og 4,5 milliónir krónur. Politiið kannar enn málið, og í løtuni eru fleiri onnur, sum eru skuldsett í málinum.

Maðurin móttók dómin.

Føroya Politi hevur higartil í ár lagt hald á omanfyri 40 kilo av hassji, sum er tann størsta samlaða nøgdin, sum politiið hevur tikið uppá eitt ár, samanborið við undanfarin ár.

Tíðindaskriv frá Føroya Politi 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder