Innanlands

1. maidagshald á Reyða Torginum

Síðan 2014 hevur verið fast við 1. maidagshaldi í Vestmanna. Bara ringasta koronaárið fór burturímillum

2024-04-29 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

    Altjóða verkafólkadagurin 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin kl. 16. Hetta er tíggjunda ferðin 1. mai verður hildin í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.

    Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður.

    Vestmanna Hornorkestur spælir. Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.

    Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipa fyri. 

    placeholder

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    placeholder