Komandi vikuskifti byrjar ársins umfar av tónleikakappingini Sement.
– Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar. Og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.
– Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður deiliga fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og rokk til elektroniskan tónleik og singer songwriter. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.
Fyrsta umfar av Sement verður á Reinsarínum leygarkvøldið 13. apríl klokkan 20. Bólkarnir, sum luttaka í fyrsta umfari, eru: Ókendir, Attika, Viðarr, Jákup Eli, og Ingmar.
Til ber at keypa atgongumerki á www.torsgota.fo, men Sement verður eisini víst í sjónvarpinum.
Í fjør var tað bólkurin Aggrasoppar, sum vann kappingina. 2. pláss fór til bólkin Nimbus Tópus, og á 3. plássi var Benjamin Rajani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald