Í dag fyri 10 árum síðani drap Anders Behring Breivik 77 fólk, tá hann fyrst legði eina bumbu uttan fyri stjórnarbygningarnar í Oslo og seinni, ílatin sum løgreglumaður, skjeyt frá hond á summarleguni hjá ungdomsfelagnum hjá Arbejderpartiet á oynni Utøya.
Í dag verða dey deyðu mint við hátíðarhaldum kring um í Noregi.
Almenna skráin byrjaði klokkan klokkan 8 okkara tíð við hátíðarhaldi í ‘regeringskvarteret’ í Oslo. Har verður sangur, upplestur av yrkingum, tónleikur og upplestur av nøvnunum á teimum sum doyðu. Erna Solberg forsætisráðkvinna fer at halda røðu, og umboð verða til staðar fyri bæði kongshúsið, stórtingið og stjórnina.
Seinnapartin verður minningarhald úti á Utøya.
Oslo kommuna hevur bjóða øllum avvarðandi hjá teimuum dripnu til móttøku í ráðhúsinum, og klokkan 18 í kvøld fara klokkurnar í ráðhúsinum at ringja 77 sløg – fyri at minnast tey 77, sum doyðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald