10. januar í ár vóru 10 ár liðin, síðan Kórið í Christianskirkjuni varð stovnað og hevði sína fyrstu venjing. Í hesum sambandi verður 10 ára fagnaðarkonsert í Christianskirkjuni í kvøld, 20. februar klokkan 20, boðar kirkjan frá.
Skráin til konsertina er fjølbroytt, alt frá Capella til meiri lívligar sangir við klaverfylgispæli og trompet, umframt einstakir fosturlandssangir eisini verða sungnir. Skráin er samansett av kórsatsum, sum kórið hevur sungið frá byrjan og fram til í dag.
Harafturat fer ein dupultkvartett, manna av sangarum úr kórinum at framføra tveir sangir.
Onkur felagssálmur verður eisini, og Øssur Kjølbro, prestur, hevur andakt. Aftaná konsertina eru øll vælkomin til lagkøku og drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald