Í nátt vórðu í minsta lagi 12 fólk rakt av skotum í amerikanska býnum Minneapolis.
Øll vórðu flutt á sjúkrahús, og sambært lokalu løgegluni hevur ein teirra latið lív, men hini eru uttanfyri lívsvanda.
Hendingin fór fram í miðbýnum nærindis Hennepin Street. Løgreglan heitir á øll um at halda seg burtur frá økinum, skrivar Ritzau.
Seinastu vikurnar hava umfatandi mótmælistiltøk móti løgregluharðskapi og rasismu verið í Minneapolis, sum er tann býurin, har litti maðurin George Floyd varð handtikin og dripin 25. mai.
Orsøkin til skottilburðin er enn ógreið, og tí ber ikki til at siga, um hendingin hevur nakað samband við mótmælistiltøkini.
Mótmælistiltøkini hava spjatt seg til alt USA og síðani til restina av heiminum. Eisini í Føroyum hevur verið skipað fyri mótmælistiltaki. Tað var í Havn 7. juni.
Dagførd kl. 11.34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald