Vit byrja at merkja summarið nærkast, fyrstu lombini eru komin, græsið verður grönari og næturnar ljósari - hetta merkir at G! fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og at vit skjótt aftur sleppa á festival.
Aftaná eina framúrskarandi útgávu við heitinum “Cazador de Ostras” er Teitur í topformi og klárur at traðka á pallin aftur á Götusandi í 2022. Tað eru longu 4 ár síðan, at Teitur framfördi á G! seinast, og tað gleðir okkum at síggja hann aftur á skránni.
Tinganest er ein bólkur, sum ikki nýtist nakra intro. Landaplágu aftaná landaplágu hava vágarokkaranir verið at hoyrt í føroyska kringvarpinum í nærum 40 ár, og lukkutíð fyri okkum, eru teir enn virknir. Teirra glöggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi lög hava givið bólkinum eina heilt serliga stöðu í føroysku tónleikasöguni. Eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.
Undangongumaðurin Brynjolfur hevur verið ein virkin framleiðari og diskari í nógv ár. Hann hevur spælt á klubbum og festivalum í öllum Europa, vit kunnu millum annað nevna Roskilde Festival, Sónar, Distortion Festival, Hör í Berlin og G! Festival, har hann hevur verið fastur gestur á elektroniska pallinum í Grundini.
Brynjolfur hevur eisini spælt fleiri rúnabindandi live konsertir og við framúrskarandi ummælum á bakið. Men vit hava ikki upplivað Brynjolfur LIVE her heima, síðan hann spældi eina kókandi konsert á Götusandi við slóðbrótandi techno industrial bólkinum Side Effect í 2006. Í summar sleppa vit so endiliga aftur at hoyra Brynjolf live, tá hann vid manning spælir á Spæliplássinum.
Syðrugöta er ikki bert heimið hjá okkara gandakenda G!. Lítla bygdin hevur eisini gjögnum árini fostrað fleiri stjörnuskot í föroyskum tónleiki, og á G! 2022 kunnu vit bjóða tí undurfullu Elinborg aftur á pall, tá hon leggur leiðina framvið heimbygdini, har vit sleppa at hoyra nógv nýtt tilfar, sum hon hevur smíðað saman.
Vit fáa eisini vitjan av countronica bólkinum Kóboykex við Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen á odda, av loyniliga blómupunk-dögurðaslangs-semi-superbólkinum Æðrasoppar, og frísku sjeikunum í RSP - teir hava futtað upp föroysku undirgrundina, síðani teir byrjaðu á Soundcloud fyri nökrum árum síðan, og teir eru eisini við í Sement finaluni í ár.
LLNN er ein danskur undirgangs, sci-fi, hardcore-sludge málmbólkur. Tónleikurin er myrkur, ræðandi, disharmoniskur, áleypandi og filmiskur.
Og so fáa vit vitjan av fólkatónleika bólkunum Kakalorium úr Skåne og ungarsku Zoord.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald