Innanlands

10 og 20 ára starvsdagar í Articon

Níggju starvsfólk vórðu heiðrað nú byggfelagið fór í jólaferiu

2023-12-21 10:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin skipaði byggifelagið Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá Articon fara í jólaferiu.

Nógv ymiskt var á skrá. Millum annað vórðu heiðrað níggju starvsfólk, sum øll hava havt 10- og 20 ára starvsdag í 2023.

Trygvi Hansen, Jónstein Magnussen, Svenn Óli Vilhelmsen (væntar á myndini) hava verið í felagnum í 10 ár og Johnny Johansen, Sonni Samuelsen, Jónleif Samuelsen, Jákup Enni, Jóhannus Berthelsen og Mannbjørn Hentze hava verið í felagnum i 20 ár.

Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder