2026-10-18 18:04
Seinastu dagarnar hevur árligi sangfagnaðurin verið í Leguhúsinum í Nesvík, og í gjár endaðu dagarnar við tveimum fullsettum konsertum - við eini 630 áhoyrarum - í høllini í Nesvík.
Trúboðin skrivar, at eini 160 børn úr øllum landinum luttóku í Sangfagnaðinum, sum í ár varð hildin fyri 10. ferð.
Fyrsti Sangfagnaðurin varð hildin í Nesvík í 2016, og síðan hevur sangfagnaður verið á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá tiltakið varð avlýst vegna koronuarsóttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald