![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í góðveðrinum í gjár lendi farmaflogfarið Eysturoy hjá FarCargo í Vágum. Við í lastini vóru knapt 10 tons av frukt og grønmeti til føroyska marknaðin.
Síðan desember hava regluligir túrar verið, har frukt hevur verið við í lastini á heimferðini til Føroya, upplýsir Hanus Jacobsen, stjóri í FarCargo.
Hann sigur, at tey hava havt túrar við millum trimum til tíggju tonsum av frukt og grønmeti, og sum heild byrjar gongd at koma á.
- Tað kemur spakuliga. Vit hava sett tvey fólk at taka sær av flutningi og av tí sama klára vit betur at bjóða eina tænastu, um ger tað einfaldar at innflyta við okkum, sigur Hanus Jacobsen.
(Mynd: Rúni Højgaard)
Flogfarið hjá FarCargo flýgur millum seks og sjey ferðir um vikuna til Brússel við laksi, sum síðan fer har frá til aðrar marknaðir, serliga til kinesiska marknaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald