Mentan

100 ár liðin síðan sorgarleikin við General Gordon

Í dag eru 100 ár liðin, síðan sluppin General Gordon av Tvøroyri legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og ongantíð spurdist aftur

2024-02-25 19:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Júst í dag eru 100 ár liðin, síðan sluppin General Gordon av Tvøroyri legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og ongantíð spurdist aftur.

Við fóru 19 mans, av hesum vóru teir 11 úr Hvalba.  

Minningargudstænasta var hildin í Hvalbiar kirkju, og nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon vórðu lisin upp. Eftir minningarguðstænastuna verða kransar lagdir við minnisvarðan í Hvalba og á Torvheyggi á Tvøroyri.

"Tá síðsti stormur er riðin av, 

á ljósu strondum eg lendi, 

tá skal eg skoða, hvat Harrin gav 

til tey, sum aftur ei vendu; 

ei nakar hugi tað skilja kundi, 

ei nakað eyga tað síggja mundi, 

hvat har hann hevur teimum goymt"

Grein sum Óli Jacobsen skrivaði um General Gordon kann lesast her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder