Innanlands

100 ár liðin síðani fyrsta bilin

Í hesum sambandi verður hátíðarhald á Kongabrúnni leygardagin 7. mai, har ein minnispláta verður avdúkað

Ein Ford T model 1922, ið var fyrsti bilur í Føroyum nakrantíð (Mynd: torshavn.fo)

Ein Ford T model 1922, ið var fyrsti bilur í Føroyum nakrantíð (Mynd: torshavn.fo)

2022-05-03 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1922 var stórhending í høvuðsstaðnum, tá ein bilur kom í land niðri við Kongabrúnna. Talan var um fyrsta bilin í Føroyum yvirhøvur - ein Ford T model 1922, ið sæst á myndini omanfyri.

Í samband við hetta verður hátíðarhald á Kongabrúnni leygardagin 7. mai klokkan 11 í sambandi við. Minnispláta verður avdúkað og ymisk tiltøk verða. 

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá og skrivar millum annað soleiðis um tiltakið:

- Havnar Hornorkestur fer at spæla festligan horntónleik og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at halda røðu um fyrsta bilin, sum í 1922 kom á land niðri við Kongabrúnna. Eirikur Lindenskov fer at halda røðu, og aftaná avdúkar borgarstjórin eitt minnismerki.

- Fleiri gamlir bilar verða at síggja til hátíðarhaldið. Elsti bilur í Føroyum, ein Ford T árgang 1926, sum Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum innflutti í 2007, verður við á Kongabrúnni. Hesin bilurin er 96 ára gamal. Hann hevur 2,9 litra motor við 20 hk. Framleiðslan av Ford T byrjaði í 1908, og í 1913 fór hann sum heimsins fyrsti bilur á samliband.


[object Object]
Ford T 1926 hjá Hans Elmari Poulsen. Ford T var leingi mest selda bilslag í heiminum

Við til tiltakið verða eisini tveir teir elstu bilarnir hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. Annar er Bedford brandbilurin, árg. 1948, ið var fyrsti nýggi bilur, sum Tórshavnar kommuna átti.

Bedfordurin var keyptur sum ein vanligur lastbilur, ein typiskur lastbilur tá í tíðini. Tað sæst í gerðabókini frá teirri tíðini, hvussu brandmennirnir hava viðgjørt og tosað um, hvussu teir skuldu innrætta/umbyggja lastina á brandbilinum. Tá hann bleiv tikin úr rakstri sum brandbilur, bleiv hann umbygdur til kranabil, skrivar torshavn.fo

Fyri 15-20 árum síðan varð bilurin settur í upprunastand av brandmonnunum, tá bleiv alt tikið sundur og umvælt, so hann er sum nýggjur.

Eisini verður Triangel brandbilurin, árg 1937, sum bleiv keyptur til Havnar í 1962, við til hátíðarhaldið. Bilurin varð keyptur frá "Københavns Brandvæsen" fyri 800 krónur pluss ein kassa av øli. Í ølkassanum vóru tá 50 fløskur.

- Táverandi borgarstjóri, Sigfred Skaale, var í Keypmannahavn í øðrum ørindum og fekk í boði at keypa brandbilin fyri 800 krónur. Ólukkutíð bjóðaði onkur ímóti, men Sigfred var snildur og legði ein kassa av øli omaná prísin - og fekk bilin.Tað sigst at Sigfried næstan ikki tordi heim aftur við bilinum, tí tað var ikki viðgjørt í býráðnum at brúka 800 krónur til ein brandbil. Men bilurin varð væl móttikin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder