Leygardagin 26. januar eru 100 ár liðin síðani seinastu búfólkini rýmdu av Skarði.
Í hesum sambandi skipar Felagið Skarðsbygd fyri ymsum tiltøkum. Leygarmorgunin klokkan tíggju verður ein gongutúrur norður til Skarðs um veðrið verður til vildar. Tað er Brandur Klettskarð í Kongsstovu sum er ferðaleiðari.
Eisini letur ein framsýning upp í Spaniastovu í Klaksvík, har gamlir lutir av Skarði vera at síggja. Seinnapartin verður minnisløta í Spaniastovu, har Óluva Klettskarð og Andras Sólstein halda fyrilestur. Tað verður sangur við Rut Brend og Magni Husgaard spælir undir.
Aftaná greiðir Hanus G. Johansen frá einum brævi í samband við eina hending á Skarði og aftaná syngur Hanus.
Síðani verða myndir og filmsklipp, sum hava samband við Skarðsbygd, at síggja.
Sunnudagin verður minningargudstænasta í Kunoyar kirkju, har Jógvan Fríðriksson og Marjun Lómaklett prædika.
Felagið Skarðsbygd varð stovnað í september í 2007 og endamálið var at seta ein minnisvarða norðuri á Skarði og málið var at kunna seta hann upp í 2013, tá 100 ár vóru liðin síðani skarðsbáturin gekk burtur í 1913 og sum gjørdi at bygdin doyði út.
Hetta eydnaðist felagnum og minnisvarðin varð avdúkaður 14. agust 2013 og ongantíð hava so nógv fólk verið norðuri á Skarði samstundis. Mett var at umleið 600 fólk vóru har hátíðardagin. Tað er Hans Pauli Olsen listamaður, sum hevur gjørt minnisvarðan.
Í viðtøkunum stóð at felagið skuldi takast av, tá minnisvarðin var komin at standa, men nevndin og onnur hildu at tað vera spell at taka felagið av, so viðtøkurnar vórðu broyttar, og felagið heldur áfram við øllum tí, ið hoyrir til Skarðsbygd.
Felagið arbeiðir og granskar í øllum, ið hevur tilknýti til bygdina. Tað eru umleið 60 limir í felagnum.
Í nevndini sita: Andrass Jacobsen, sum er formaður, Erla Mirmansdóttir, kassameistari og Jákup Jacobsen, skrivari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald