Sunnudagin 2. juni var stórur hátíðardagur fyri, at tað vóru 100 ár liðin, síðani Merkið á fyrsta sinni var borið fram alment.
Byrjað varð fyrrapartin við stórari skrúðgongu, sum gekk frá Norðuratlantsbryggjuna til gamla studentabýlið Regensen, við Mouritzi Mohr við Merkinum á odda. Á Regensinum bóru Poul Michelsen, landsstýrismaður og verji fyri tiltakið, Magnus Magnussen og Jógvan D. Hansen fram røður. Føroyska kórið í Keypmannahavn, Húsakórið, setti hátíðardám á løtuna. Út ímóti 300 fólk mundu verða hjástødd, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Aftaná varð stórfingin hátiðargudstænasta fyri Merkinum í Holmens Kirke, har ið stór fjøld varð møtt fram og fylti alla kirkjuna. Føroysku prestarnir Borgny Brunings-Hansen og Heri Joensen talaðu, og føroyska “Húsakórið” sang. Kirkjutænari til hesa hátiðargudstænastu var Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður. Løtan var ógvuliga hátiðarlig, har ið Mouritz Mohr og Birgitte Balle skiftust um at standa við Merkinum á prýðiligari flaggstong frammi í kórinum í stásiligu kirkjuni. Tey eru abbabørn hjá Kjartani Mohr, sum fyri 100 árum síðani bar Merkið á odda í skrúðgongu.
Síðani varð farið við fleiri bussum norður í Norðmansdalin við Fredensborg Slot á fólkafund, eins og gjørt varð fyri 100 árum síðani, tá ið Kjartan Mohr bar flaggið á odda á fyrsta sinni. Tikið varð væl undir við hesum av stórari fjøld. Jógvan Arge helt røðu fyri mongu áhoyrarunum í Norðmansdalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald