Innanlands

100 ára gamal deksbátur skal gerast til sjórænaraskip

Báturin er fingin til Nólsoyar, og ætlanin er at gera hann til sjórænaraskip hjá børnum at spæla í

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2021-01-30 16:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag kom 100 ára gamli deksbáturin “Little Emma” til Nólsoyar. Tað eru Nicolaj Falck og Beinir Poulsen sum hava fingið bátin úr Klaksvík og út til Nólsoyar. Ætlanin er at umbyggja bátin til eitt sjórænaraskip hjá bónum at spæla í.

- Eg sá hendan bátin fyri fimm árum síðani, men tá var hann ikki til sølu. Síðani tá er nýggjur eigari komin inn í myndina, og nú eydnaðist at fáa fatur á honum, sigur Nicolaj Falck.

[object Object]Nicolaj Falck (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

Báturin, sum Laurits Debes smíðað í Havn í 1919, sakk herfyri, og treytin fyri at teir báðir Nicolaj og Beinir kundu fáa bátin, var at teir fingu han upp.

“Little Emma" varð fingin upp týsdagin við kranabili og hjálp frá sløkkiliðnum í Klaksvík, og síðani sleipaður til Nólsoyar í dag.

- Hann skal upp á land, og fáa eina ordiliga yvirháling. Dekkið skal umbyggjast so hann líkist einum meira einum sjórænaraskipi, sum vit kenna frá filmum, sigur Nicolaj Falck, sum kortini ásannar at tað ikki verður liðugt longu í summar.

Tá Ternan kemur aftur, ætla vit at fá ein kranabil út í oynna, sum kann hiva bátin upp, greiðir Nicolaj Falck frá.

Ætlanin er at hava bátin standandi í bygdini til børn at spæla.

Evy Toftegaard Nielsen tók hesar myndirnar fyrr í dag, tá teir komu við sluppunganum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder