Innanlands

100 fólk sum ikki áttu tørn fingu burturav

80 av teimum vóru starvsfólk hjá Sjúkrahúsverkinum og skuldu hava koppsetingina kortini, men talan er um 20 fólk sum ikki áttu at verið koppsett enn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-17 11:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tíðarskeiðinum 30. desember til 2. februar vóru tað unleið 100 fólk, sum blivu koppsett, hóast tey ikki áttu tørn.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til ein grein 52 fyrispurning frá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum spurdu um koppsetingarætlanina, sum ikki varð blivin fygld.

Sum víst hevur verið á alment, hevði Sjúkrahúsverkið nakrar avbjóðingar við koppsetingini í byrjanini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Millum annað kom tað óvart á, at Sjúkrahúsverkið konsekvent fekk so nógvar skamtar úr hvørjum hettuglasi, og somuleiðis vóru eisini onkrir dagar, har tað vóru serliga nógv avboð.

Harafturat hevði Sjúkrahúsverkið ikki fingið til vega fullfíggjað yvirlit yvir tey, sum skuldu koppsetast. Hetta kom í rættlag í seinnu hálvu av januar.

Koppingarevnið frá Pfizer/BioNtech er sera viðbrekið, og má nýtast, tá ið tað er tikið fram, og valdi Sjúkrahúsverkið at kalla fólk inn heldur enn at stoyta koppingarevni burtur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sjúkrahúsverkið kann staðfesta, at umleið 80 av hesum eru starvsfólk, sum kortini skuldu hava koppsetingina sambært ætlanini. Talan er sostatt um eini 20 fólk, sum ikki áttu at verið koppsett fyri koronu enn sambært koppsetingarætlanini.

Upplýst verður ikki hvørji fólk, talan er um, tí hetta er fevnt av tagnarskyldu, verður sagt.

Tað er kortini greitt, at sendifólk eru blivin koppsett uttan um koppsetingarætlanina, og eisini fólk frá Smyril Line, sum høvdu við stóru umbyggingina av Norrønu at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder