2020-12-29 15:50
Tað verður klokkan 13 í morgin, at fyrstu persónarnir í Føroyum verða koppsettir móti covid-19.
Koppsetingin fer fram á øllum trimum sjúkrahúsum samstundis, og tað verða umleið 100 persónar tilsamans, sum fáa sproytuna móti covid-19, upplýsir sjúkrahúsverkið fyri Portalinum seinnapartin.
Fyrstu skamtarnir við covid-19 vaksinuni av slagnum Tozinameran hjá Pfizer/BioNTech koma til landið við flogfari í kvøld, og talan er um ein heilan kassa við 975 skamtum.
Øll sum verða koppsett, skulu aftur sproytast tríggjar til fra vikur seinni.
Í fyrsta umfari eru tað heilsustarvsfólk í smittuvanda, sum verða koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald