2021-12-21 19:19

Seinastu vikuna hava umleið 50 tilburðir verið staðfestir um dagin, men í gjár fór talið upp á 100.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá myndugleikunum.
64 eru blivin frísk aftur, og sostatt eru tað nú 415 fólk positiv í løtuni. Tað er 36 fleiri enn í gjár.
Landslæknin segði við útvarpið í kvøld, at tað verða staðfestir eini 20-30 tilburðir um dagin við landamørkini, og at kalla alt er Omikron-frábrigdið.
Hóast stóra smittutalið eru framveigs enn bara trý fólk innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum.
(Dagført: 21. des, kl. 19:19)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald