2024-09-19 21:50
Nú nærkast av álvara til stóru manskórkonsertina, sum verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla leygarkvøldið klokkan 19.
Tað er Tórshavnar Manskór, sum er vertur fyri Den norske Studentersangforening, ið er í Føroyum fyri fyrstu ferð, og bæði kórini fara á pallin leygarkvøldið.
Kórini syngja nakrar sangir hvør sær og syngja eisini nakrar sangir saman, og tá er talan um eitt rættiliga stórt felagskór, sum telur umleið 100 mans.
Konsertin verður í Hátúni í Musikkskálanum við Landavegin leygarkvøldið, sum er 21. september klokkan 19.
Den norske Studentersangforening (Mynd: Tórshavnar Manskór)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald