Innanlands

100 menn og 67 kvinnur bjóða seg fram

Evsta mark at lata valevnislistar inn var klokkan 18. Met fá stilla upp

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-24 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 18 var evsta mark at lata inn vallistar til løgtingsvalið 8. desember.

Sjey flokkar stilla upp og tilsamans 167 valevni bjóða seg fram, visti útvarpið at siga í kvøld.

Av teimum 167 eru 100 menn og 67 kvinnur. Í prosentum eru tað 40,1 prosent kvinnur, sum er væl meira enn til løgtingsvalið í 2019.

Tá vóru 32,2 prosent av teimum uppstillaðu kvinnur.

Men samlaða talið er ikki høgt í mun til, hvat tað hevur verið um aldarskiftið og áðrenn tað. Valúrslit.fo hevur gjørt yvirlitið niðanfyri, og har sæst at tað í 1994 vóru 380 fólk uppstillaði.

Um hugt verður eftir tíðarskeiðnum frá 2008 til 2019, har vit hava havt eitt valdømi,  hava í miðal 172 valevni stilla upp. Á løgtingsvalinum seinast í 2019 stillaðu 179 valevni upp til samans, tað er tað hægsta, síðani vit fingu eitt valdømi.

Uppstillað valevni síðan 1980:
2019: 179 valevni
2015: 169 valevni
2011: 168 valevni
2008: 171 valevni
2004: 254 valevni
2002: 231 valevni
1998: 278 valevni
1994: 380 valevni
1990: 308 valevni
1988: 323 valevni
1984: 317 valevni
1980: 312 valevni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder