Í USA hava tey nú gjørt fleiri enn 100 mió. koppsetingar.
Sambært hagtølum hjá amerikanska CDC frá fríggjadegnum eru 35 mió. amerikanarar liðugt koppsettir, ið svarar til uml. tíggjunda hvønn íbúgva í USA.
Áðrenn Joe Biden tók við sum forseti í januar, segði hann, at ætlan hansara var at brúka 100 mió. skamtar í sínum fyrstu 100 døgum sum forseti.
Í dag hevur Joe Biden verið forseti í 52 dagar, og sostatt kann sigast, at hendan ætlanin eydnaðist.
Fyri tveimum vikum síðani vórðu bert 50 mió. koppsetingar gjørdar í USA, og seinastu tvær vikurnar hevur USA brúkt uml. tveir mió. skamtar um dagin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald