Innanlands

1000 krónir í bót fyri at selja sigarettir á Rótikassanum

Ein maður hevur fingið hendan dómin í Føroya Rætti fyri brot á roykilógina

2019-08-06 12:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var á summri í fjør, at ein maður á Rótikassanum á Facebook lýsti við, at hann seldi tvey kartong av Prince Rich. Hann ætlaði at selja fyri 500 krónur, men ístaðin fyri at fáa vinning skal hann nú rinda tað tvífalda í bót.

Hetta hevur Føroya Rættur staðfest. Talan er um brot á roykilógina, og sambært Kringvarpinum sigur Føroya Rættur í úrskurðinum, at maðurin sýndi stórt óansni, tá hann seldi sigarettirnar uttan fyrst at kanna, um sølan var lóglig. 

KVF skrivar, at vanliga er sektin fyri brot av hesum slagnum er millum 5.000 og 20.000 krónur. Ræturin metti tó, at av tí at talan var um fáar sigarettir, og hetta var fyrstu ferð, at maðurin er ákærdur fyri at bróta roykilógina, so var dómurin linari. At lýsingin á Facebook einki vinnuligt endamál hevði, og at sigarettirnar vórðu seldar myndigum fólki hevði eisini sína ávirkan í dóminum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder