Uttanlands

1.000 mótmælisfólk á gøtuni í Myanmar

Mótmælið, sum gekk fyri seg uttanfyri eitt universitet í Yangon, er størsta mótmælið av sínum slagi, síðan herurin tók valdið mánamorgunin

Mósmælisfólkini við myndum av Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

Mósmælisfólkini við myndum av Aung San Suu Kyi (Mynd: EPA)

2021-02-06 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uml. 1000 ung mótmælisfólk vóru í dag á gøtuni í Myanmar at mótmæla hernaðarkvettið, sum varð framt fyrst í vikuni.

Mótmælt varð á einari gøtu nærindis Yangon Universitetinum í størsta býnum Yangon, av tí at løgreglan hevði blokerað fleiri vegir rundanum økið.

Orsøkin var, at fleiri hundrað lærarar og næmingar á tveimum universitetum fríggjadagin savnaðust at mótmæla handtøkuna av Win Htein, sum varð roknaður sum høgra hondin hjá demokratiskt valda leiðaranum, Aung San Suu Kyi.

Hetta er størsta mótmælið av hesum slagnum, sum hevur verið í landinum, síðan Aung San Suu Kyi og onnur, vórðu handtikin náttina til mánadagin okkara tíð, skrivar Ritzau.

Nógv mótmæli hava eisini gingið fyri seg talgilt, og hósdagin fekk hetta herin at nokta íbúgvum atgongd til Facebook. Síðan klokkan 10 í morgun lokala tíð hevur eingin í Myanmar havt atgongd til netið.

Hetta er aðru ferð innan eina viku, at netið í Myanmar er niðri, og hevur tað fingið m.a. Facebook at heita á herin í Myanmar um at loyva borgarum á netið og á sosialu miðlarnar aftur, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í sambandi við kvettið mánamorgunin hevur herurin lýst undantaksstøðu í Myanmar í eitt ár.

Orsøkin til kvettið var, sambært herinum, at valsvik varð framt í sambandi við tjóðartingsvalið í november. Tá vann flokkurin hjá Suu Kyi, (NLD), 83 prosent av atkvøðum, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk sjey prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder