Uttanlands

1000 ukrainar søkt um friðskjól í Danmark – 4000 koma dagliga til Svøríkis

ST metir, at samlaða talið á flóttafólkum úr Ukraina verður einar fýra milliónir

Ukrainsk flóttafólk á markinum til Póllands (Mynd: EPA)

Ukrainsk flóttafólk á markinum til Póllands (Mynd: EPA)

2022-03-12 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans 1.085 ukrainar hava søkt um friðskjól í Danmark, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, vísir uppgerð frá danska Udlændingestyrelsen frá í gjár.

Ukraina og Danmark hava eina avtalu, sum merkir, at ukrainar kunnu ferðast frítt í 90 dagar, áðrenn tey noyðast at søkja um friðskjól, og tí kann talið á ukrainum, sum eru komnir seinastu tvær vikurnar vera hægri.

Danska stjórnin hevur áður boðað frá, at hon metir Danmark kunna taka upp móti 20.000 flóttafólk úr Ukraina.

Í Svøríki vórðu í gjár skrásettir 5.200 flóttafólk úr Ukraina, men veruliga talið verður mett at vera nógv hægri, sigur Mikael Ribbenvik, aðalstjóri hjá svensku útlendingatænastuni, Migrationsverket sambært Ritzau.

Í veruleikanum kann talan vera um upp móti 4.000 ukrainar, sum koma til Svøríkis hvønn dag. Mett verður, at millum 27.000 og 212.000 fólk fara at koma til landið fram til endan av juni.

UNHCR, ST-flóttafólkafelagsskapurin hjá ST upplýsti í gjár, at uml. 2,5 milliónir fólk eru flýdd úr Ukraina seinastu vikurnar, og mett verður, at talið kemur upp á fýra milliónir. Áðrenn innrásina búðu 44 milliónir fólk í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder