Innanlands

100.000 krónur til barnalandið í Malavi

Barnalandið hjá Reyða Krossi hjálpir hesum foreldraleysu og útsettum børnum við ymiskum tænastum og veitingum, sum skulu betra um lívstreytir teirra og tryggja teimum eina betri framtíð

Ein partur av hesari játtanini er frá privatu gevarunum, og ein partur er latin av Reyða Krossi Føroya

Ein partur av hesari játtanini er frá privatu gevarunum, og ein partur er latin av Reyða Krossi Føroya

2021-12-28 19:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Malavi eru nógv foreldraleys børn, sum antin hava mist annað ella bæði foreldrini, og liva í stórum fátækradømi. Barnalandið hjá Reyða Krossi hjálpir hesum foreldraleysu og útsettum børnum við ymiskum tænastum og veitingum, sum betra um lívstreytir teirra, og tryggja teimum eina betri framtíð.

Fleiri trúfastar stuðlar lata hvønn mánað eina upphæd til hesar verkætlanir, og nú hevur Reyði Krossur Føroya latið 100.000 kr. til barnalandið í Malavi. Ein partur av hesari játtanini er frá privatu gevarunum, og ein partur er latin av Reyða Krossi Føroya.

Tú kanst eisini vera við til at stuðla barnalandinum í Malavi, antin við eingangsupphædd ella sum fastur stuðul. Til ber at flyta eina upphædd á 6460 – 4946954 ella á 9181 – 4950013 og viðmerkja ”Barnalandið í Malavi”.

Reyði Krossur Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder