2019-09-27 20:57
Tað var møguleiki at vinna 2,6 milliónir krónur í gekkinum í kvøld.
Bjørg Poulsen Gøtuskeggi úr Sørvági hevði fulla plátu, og slapp at snara hjólinum. Hon valdi at deila gekkin í trý. Eftir fyrsta snar lendi hon á 20.000 krónum, og valdi at steðga, tá hon fekk upphæddina falda við fimm. Harvið fóru 100.000 krónur til Sørvágs í kvøld.
Tá stóra upphæddin ikki fór í kvøld, verður gekkurin heili 2,8 milliónir krónur næsta fríggjakvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald