
Eins og undanfarna ár, hevur býráðið í Eysturkommunu sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2025, sum gevur borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu.
Kommunan boðar á heimasíðu sínari frá, at á fíggjarætlanini fyri 2025 eru 100.000 krónur settar av til endamálið.
Verkætlanir skulu kunna koma undir at vera alment gagnligar.
Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:, smærri gøtur, grøn øki ella smærri trivnaðarøki.
- Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.
Umsóknarfreistin er 14. mars 2025. Til ber at lesa meira um treytir og umsókn á eysturkommuna.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald