Uttanlands

100.000 mótmælisfólk savnast í Minsk: 250 handtikin

Mótmælisfólkini krevja, at forsetin leggur frá sær, og at andstøðupolitikarin, sum varð handtikin í vikuni, verður leyslatin

Løgreglufólk til reiðar at handtaka mótmælisfólk í Minsk (Mynd: EPA)

Løgreglufólk til reiðar at handtaka mótmælisfólk í Minsk (Mynd: EPA)

2020-09-13 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 100.000 hvítarussarar savnaðust í dag í miðbýnum í høvuðsstaðnum Minsk at mótmæla.

Í hesum sambandi vóru umleið 250 fólk handtikin, skrivar Reuters.

Leygardagin handtók løgreglan í Minsk 46 mótmælisfólk.

Síðan forsetavalið fyrst í august, har sitandi forsetin, Aleksandr Lukasjenko fekk 80 prosent av atkvøðunum, hava mótmæli verið í Hvítarusslandi, har kravt hevur verið, at Lukasjenko, sum hevur sitið við valdið síðan 1994, leggur frá sær.

Eisini krevja mótmælisfólkini, at 38 ára gamli andstøðupolitikarin, Maria Kolesnikova, verður leyslatin.

Hon varð handtikin fyrr í vikuni, eftir at hon noktaði at fara úr landinum og skræddi passið hjá sær sundur.

Maria Kolesnikova er ein av trimum kvinnum, sum síðan forsetavalið hava myndað andstøðuna í Hvítarusslandi. Hinar báðar, Svetlanda Tikhanovskaja og Veronica Tsepkalo, eru farnar av landinum.

Mótmælisfólkini og andstøðan vilja vera við, at Lukasjenko ikki var rætti vinnari av forsetavalinum, og at talan hevur verið um valsvik. Hesum hevur Lukasjenko tó víst aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder