Innanlands

1.013 vórðu koppsett í gjár

Nú nærkast at helmingurin av fólkinum eru liðugt koppsett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-20 11:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vórðu 1.013 fólk koppsett, upplýsir corona.fo. Av hesum fingu 400 fólk fyrra prikið og 613 fólk fingu tað seinna.

Nú er talið, sum eru liðugt koppsett komið upp á 26.473, og tað svarar til 49,6 prosent av fólkinum. 33.951 fólk fingið fyrru koppsetingina, svarandi til 63,6 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder