Uttanlands

102 ára gomul kvinna drap 92 ára gamla

Tær báðar búðu á sama røktarheimi í franska býnum Chézy-sur-Marne

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2019-05-25 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 102 ára gomul kvinna í Fraklandi er undir illgruna fyri at hava dripið eina 92 ár gamla kvinnu.

Kvinnurnar búðu á sama røktarheimi í býnum Chézy-sur-Marne í Norðurfraklandi.

102 ára gamla kvinnan hevði, sambært BBC sagt fyri einum starvsfólki á røktarheiminum, at hon hevði dripið onkran.

92 ára gamla kvinnan varð funnin deyð í sínari song stutt eftir midnátt seinasta leygardag. Kvinnan var hovin í andlitinum, og kanningar vístu, at hon varð kvald og sligin í høvdið.

102 ára gamla kvinnan, ið er undir illgruna, er flutt á sálarsjúkrahús, har hon verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder