Ein 103 ára gamal maður í Pakistan er júst vorðin frískur eftir at hava havt COVID-19.
Hann er sostatt vorðin ein av elstu sjúklingunum, sum hava yvirlivað koronasmittuna.
Maðurin, Aziz Abdul Alim, sum býr í eini fjallabygd í Chitral-landslutinum í Pakistan, fekk staðfest smittuna fyrst í juli. Í farnu viku varð hann útskivaður frá sjúkrahúsinum.
– Vit óttaðust orsakað av aldri hansara, men hann óttaðist yvirhøvur ikki, sigur Sohail Ahmed, sonur Aziz Abdul Alim, við Reuters.
Sambært soninum, segði pápi hansara, at hann hevði verið ígjøgnum so nógv í lívi sínum, at hann ikki óttaðist koronasmittuna. Hóast tað, dámdi honum einki at vera avbyrgdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald