Í 2022 fingu 103 persónar minni enn 12.000 krónur um mánaðin úr barsilsskipanini, og 158 fingu minni enn 15.000 krónur. 987 persónar vóru í barsilsskipanini ta árið.
Tað upplýsir Ingilín D. strøm, landsstýriskvinna í svari til fyrispurning hjá Henrik Old, tingmann.
Henrik Old vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni hvussu nógvir persónar høvdu fingið útgjald minni enn 12.000 krónur og minni enn 15.000 krónur seinastu árini.
– Oftast verður sjóneykan sett á, at útgjaldið er ov lágt og eigur at verða hækkað. Men vit hoyra sjáldan um tey, ið av ymsum orsøkum fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini, sigur Henrik Old í viðmerking til fyrispurningin.
Í 2021 vóru 977 í barsilsskipanini, og harav fingu 109 persónar minni enn 12.000 krónur um mánaðin, meðan 157 fingu minni enn 15.000, verður upplýst í svarinum frá landsstýriskvinnuni.
Í 2020 vóru 925 persónar í barsilsskipanini, og harav fingu 116 minni enn 12.000 krónur, og 163 minni enn 15.000 krónur. Í 2019, tá 961 vóru í barsilsskipanini, fingu 142 minni enn 12.000, og 215 minni enn 15.000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald