2021-02-09 13:31

Í gjár vórðu tilsamans 381 fólk koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. Talan var í stóran mun um heilsustarvsfólk, men eisini vórðu nakrir sjúklingar í serligum vandabólkum koppsettir.
Hetta skrivar corona.fo.
Í alt eru nú 5.165 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 4126 hava bert fingið fyrra prikið, og nú hava yvir 1.000 - 1.039 - fingið tvey prik og eru harvið liðugt koppsett. Tað eru tvey prosent av íbúgvunum í Føroyum.
Beint undir átta prosent av íbúgvunum í Føroyum hava fingið í minsta lagið fyrra prikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald