2019-06-13 07:08
Í summar fáa væntandi 104 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 97 bachelorprógv, 6 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.
Talan er um 26 lærarar, 24 námsfrøðingar, 17 frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 26 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 8 frá Føroyamálsdeildini og 3 frá Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava 72 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og hesi verða eisini hátíðarhildin til prógvhandanina, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.
Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 21. juni. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald