
Í 2019 vóru gott 1.050 ársverk í sjúkrahúsverkinum, 806 á Landssjúkrahúsinum, 127 á Klaksvikar og 118 á Suðuroyar sjúkrahúsi
Tað eru 78 fleiri enn fimm ár frammanundan. Á Landssjúkrahúsinum vóru tey 56 fleiri, svarandi til 7 prosent, á Klaksvíkar sjúkrahúsi 9 fleiri, svarandi til 8 prosent og á Suðuroyar sjúkrahúsi 14 fleiri, svarandi til 13 prosent.
Hetta vísir nýggja uppgerðin hjá Hagstovuni yvir starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum.
77 prosent av ársverkunum eru á Landssjúkrahúsinum, 12 prosent á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 11 prosent á Suðuroyar sjúkrahúsi. Hetta er sama býti sum fimm ár frammanundan.
Verða starvsfólk bólkað í einans fýra høvuðsbólkar, eru nógv tey flestu sjúkrarøktarfrøðingar (íroknað radiografar) við 38 prosent, læknarnir eru 11 prosent, onnur heilsustarvsfólk eru 16 prosent og síðani onnur ikki-heilsufaklig starvsfólk 36 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald