Innanlands

108 fríhold komu av botni leygardagin

Ruddað varð á botni fram við Kósakeiini leygardagin

(Mynd: Faroedive)

(Mynd: Faroedive)

2024-09-15 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin skipaðu Norðoya Bjargingarfelag, Klaksvíkar kommuna, Klaksvíkar Havn, manningin á Brimili og Kavaraskúlin fyri rudding á botni fram við Kósakeiini.

Tá uppgjørt varð, vóru 108 gomul fríhold komin upp, soleiðis at tey kunnu burturbeinast. Slíkir lutir kunnu gera stóran skaða á skip, um teir koma í skrúvur og annað.

Á myndini síggja vit part av manningini saman við borgarstjóranum í Klaksvík Karl Johansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder