2019-12-01 14:42
Í dag vóru 11 fólk rakt av skotum í býnum New Orleans í amerikanska statinum Louisiana.
Hendingin fór fram stutt fyri klokkan hálvgum fýra í morgun lokala tíð.
Fimm fólk eru flutt á sjúkrahúsið, og hjá tveimum er støðan hættislig. Hini hava bert fingið smærri skaðar.
Sambært BBC er løgreglan enn í ferð við at kanna umstøðurnar.
Eingin er handtikin í málinum enn, men ein persónur er afturhildin. Tó er løgreglan enn ikki heilt vís í, um viðkomandi veruliga hevur samband við hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald