Løgreglan í New Delhi í India arbeiðir í løtuni við einari óhugnaligari sak. Ein íbúgvi skuldi til handils, men undarði seg yvir, at nábúgvarnir ikki høvdu latið handilin upp hendan morgunin. Tá hann hugdi inn gjøgnum vindeyga, sá hann fleiri fólk, sum hingu deyð frá loftinum.
Fólkini høvdu bind fyri eygini og hendurnar vóru bundnar aftanfyri rygginum. Ein eldri kvinna á 77 ár lá deyð á gólvinum, meðan hini deyðu vóru tveir synir hennara, teirra konur, og teirra fimm børn, skrivarThe Washington Post. Tvey av teimum deyðu vóru 15 ára gomul.
Løgreglan segði fyrst at talan er um sjálvmorð, men hesum trýr grannin ikki. Hann sigur, at tey vóru í ferð við at planleggja eitt brúdeyp, sum tey gleddu seg til og at tey vóru glað. Løgreglan arbeiðir nú við ástøði um at ein familjulimur hevur dripið hini og síðani seg sjálvan í einum yvirnátúrligum rituali. Løgreglan fann smáar seðlar, sum møguliga vísti til, at summir familjuimir vóru áhugaðir í tí yvirnátúrliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald